- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta umfar av brasilska forsetavalinum verður í dag

Tvær veljarakanningar spáa, at Luiz Luiz Iná-cio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, fer at fáa 50 til 51 prosent av atkvøðunum. Kappingarneyti hansara, høgravendi forsetin Jair Bolso-naro, fer sambært kanningunum at fáa um 36-37 prosent. Hetta skrivar Ritzau.
11 forsetavalevni eru, og ein skal fáa minst 50 prosent av atkvøðunum fyri at vinna fyrsta valumfarið. Fær einki valevni 50 prosent av atkvøðunum í dag, so skulu tey tvey valevnini, sum fáa flest atkvøður, víðari til eitt annað og avgerðandi valumfarð sum verður tann 30. oktober.
Valið í dag verður mett at vera eitt tað mest polariserandi valið í Brasil í áratíggju. Bara í ár eru yvir 200 mál um politiskan harðskap í Brasil.




























