Orðaskifti í Breddanum um skattalætta

Orðaskifti í Breddanum um skattalætta
Tórbjørn Jacobsen, næstformaður í Kommunufelagnum, og floksformenninir Aksel V. Johannesen og Christian Andreasen vera í útvarpsstovuni
 
04.10.2022 - 08:55

Vit fáa skattalætta næsta ár, sum skal hjálpa okkum eitt vet, nú kostnaðarstigið er hækkað munandi seinasta árið.

Men hvussu rakar ætlaði skattalættin? Hvør fær, og er ein skattalætti í heila tikið rætta amboðið, tá politiska skipanin skal lætta trýstið á lægru inntøkurnar?

Vit viðgera uppskotið saman við Fróða Magnussen, formanni í Búskaparráðnum, Tórbirni Jacobsen, næstformanni í Kommunufelagnum, Christiani Andreasen, formanni í Fólkaflokkinum, og Akseli V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum.  

 

Fólkatingið verður sett

Klokkan 11 fer Mette Frederiksen, forsætisráðharri, at halda setanarrøðu í fólkatinginum. Samstundis hevur Radikali flokkurin kravt, at forsætisráðharrin skrivar út val.

Vit lodda dýpið á Christiansborg.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV