Dreymurin er nú veruleiki

Dreymurin er nú veruleiki
Martin Agnarsson er farin úr B36 og er nú yrkisleikari í danska superligufelagnum, Viborg FF. - Eg livi dreymin, og eg elski tað, sigur unga fótbóltstalentið
04.10.2022 - 12:25

Fyri Martin Agnarsson er dreymurin vorðin veruleiki. 

Ungi vinstri bakkurin skifti fyri kortum úr barndómsfelagnum, B36, til danska superligufelagið, Viborg FF, sum hevur staðið seg væl síðstu árini.

- Hetta er tað, sum eg havi vilja, síðan eg var smádrongur. Eg livi faktiskt reymin beint nú, og eg elski tað, sigur 18 ára gamli fótbóltsspælarin.

Hægri stig

Martin Agnarsson heldur, at hann sum heild hevur staðið seg væl í venjing fyrstu tíðina í nýggja felagnum, men ongin ivi er um, at stigið er hægri.

 - Høvuðsmunurin er intensiteturin í venjingunum. Tað er øgiliga hart at koma frá einum umhvørvi, ið ikki er eins professionelt. 

Hava hugt at Martini í eina tíð

Viborg FF hevur síðstu árini staðið seg væl, serliga tá hugsað verður um, hvussu lítið felagið er í mun til onnur donsk fótbóltsfeløg.

Hetta arbeiðið hevur millum annað verið grundað á góða rekruttering av ungum spælarum.

Felagið úr dómkirkjubýnum hava hugt at 18 ára gamla bakkinum í eina tíð, og eftir Conference League dystirnar ímóti B36 í summar, gjørdi felagið av at keypa Martin Agnarsson.

 - Hann hevur nógva ferð og ein ágangandi spælistíl - bæði við og uttan bólt, sigur venjarin, Jacob Friis.

 - Vónandi kann hann mennast til ein spælara, sum bæði kann leypa á og verja á høgum stigi ígjøgnum ein heilan dyst.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444