Eykajáttan at bora bergholini norður um Fjall

Eykajáttan at bora bergholini norður um Fjall
Uppskotið um eykajáttanarlóg hevur slakar 90 mió. kr. í halli
Tað gongur so væl at bora bergholini norður um Fjall, at vandi er fyri, at játtanin verður upp fyri nýggjár. Tí er biðið um 30 mió. kr. í eykajáttan.
Mynd: Landsverk  
 
06.10.2022 - 08:31

Slakar 90 mió. kr. er hallið í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður, kom í tingið við í gjár.

Tað gongur so skjótt at bora bergholini norður um Fjall, at vandi er fyri, at játtanin í ár verður uppi fyri nýggjár.

Fyri at arbeiðið ikki skal steðga í heyst, verður biðið um 30 milliónir í eykajáttan.

Biðið verður um 19 mió. kr. til landskassaveðhaldið fyri ferðslu í Eysturoyartunlinum.

Higartil er tað veðhaldið komið upp á 54 mió. kr.  

 

Skipasmíð og fólkaskúli

Aðrar stórar eykajáttanir eru 9,4 mió. kr. til endurgjald til skipasmíð, fólkaskúlin skal hava tríggjar milliónir aftrat og Fróðskaparsetrið 2,3 milliónir. 

3,3 milliónir skulu játtast aftrat til lestrarstuðul, Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri sløkum fimm milliónum aftrat og Suðuroyar sjúkrahús fyri sløkum tveimum milliónum.

Hjá almanna-málum eru størstu eykajáttanirnar 14,3 milliónir til dagpengaskipanina, 6,65 milliónir til arbeiðsfremjandi tiltøk og seks milliónir til familjuískoyti.

Fyrsta viðgerð um uppskotið um eykajáttan verður í morgin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974