Nýggj parkeringarskipan í Hoydølum

Nýggj parkeringarskipan í Hoydølum
Nýgggj parkeringarskipan verður nú sett í verk við studentaskúlan í Hoydølum. Skipabin skal tryggja betri trygd og atkomumøguleikar
Parkeringsviðurskiftini í Hoydølum varða nú umskipað.
 
19.08.2013 - 08:57

Hetta verður gjørt við at merkja upp parkeringsøki frá Sanatoriivegnum við íbindingina við Hvítanesvegin og oman til endan av skúlans øki í Hoydølum.

Tilvildarlig parkerking
Løgreglan og brandmyndugleikarnir í Havn hava áður gjørt vart við, at parkeringin í Hoydølum má fáast í tryggari legu, tí tilvildarliga parkeringin seinastu árini hevur forðað fyri nøktandi atkomu til skúlan og trygdini hjá bæði næmingum og starvsfólkum.

Tí verður nýggja skipanin, sum er eitt samstarv millum skúlan, kommununa, landsmyndugleikar og ferðsluløgregluna, sett í verk.

Nýggja skipanin í Hoydølum verður sett í verk longu í morgin, sæst á heimasíðu skúlans.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334