Sólbjørg Jakobsen úr Runavík vald á fólkating

bannari
Sólbjørg Jakobsen úr Runavík vald á fólkating
Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale eru ikki einastu føroyingar, ið nú taka sæti á fólkatingi. Sólbjørg Jakobsen eru Runavík er vald inn fyri Liberal Alliance
Sólbjørg Jakobsen úr Runavík bleiv vald á fólkating fyri Liberal Alliance í Norðurjútlandi
Mynd: Sólbjørg Jakobsen á Facebook  
 
02.11.2022 - 14:24

31 ára gamla Sólbjørg Jakobsen úr Runavík, sum býr Aalborg í Norðurjútlandi, er vald á fólkating fyri Liberal Alliance.

Sambært heimasíðuni hjá Danmarks Radio, so hevur Sólbjørg Jakobsen fingið 4421 persónlingar atkvøður. 

Hetta er fyrstu ferð at Sólbjørg Jakobsen stillar upp til fólkatingið. Hon hevur áður stillað upp til kommunuvalið. 

Sólbjørg Jakobsen er, sum vera mann, sera fegin um dygga stuðulin, ið hon hevur fingið. 

"Eingin, ið áður hevur verið uppstillaður fyri Liberal Alliance í Norðurjútlandi, hevur fingið so nógvar atkvøður, so tað kundi ikki gingið betur." 

Sólbjørg Jakobsen hevur lagt dent á prísvøkstur í sínum valstríði, og hon hevur brúkt sosialu miðlarnar at reka við.


Sólbjørg Jakobsen, ið er nývald á fólkating, og Alex Vanopslagh, formaður í Liberal Alliance

 

Hoyr samrøðu við Sólbjørg Jakobsen, ið Sára Jógvansdóttir hevur gjørt við nývalda fólkatingslimin. 

Solbjorg_Jakobsen

 

Fer at pendla

Í valsendingini í útvarpinum í gjárkvøldið segði Sólbjørg Jakobsen, at hon ætlar sær at pendla millum Aalborg og Keypmannahavn, um hon varð vald. 

"Nei, eg flyti ikki til Keypmannahavnar. Eg búgvi beint við flogvøllin, so eg fari at pendla."

Liberal Alliance hevði størst framgongd á fólkatingsvalinum í gjár. Flokkurin fór úr fýra upp í 14 fólkatingslimir. 

Sólbjørg Jakobsen hevur verið á trappuni til fólkatingið leingi, men nú er hon so sloppin inn í hitan, og soleiðis lýsir hon seg sjálva. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025