Martin Zachariasen nýggjur rektari á Fróðskaparsetrinum

Martin Zachariasen nýggjur rektari á Fróðskaparsetrinum
Nú er greitt at 55-ára gamli Martin Zachariasen, sum frammanundan er atknýttur professari í teldufrøði á Setrinum, verður nýggjur rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Martin Zachariasen er nýggjur rektari á Fróðskaparsetri Føroya
 
02.11.2022 - 16:43

Martin Zachariasen er fyrrverandi rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, og hetta seinasta árið hevur hann eisini stuðlað Setrinum við at skipa nýggju master-útbúgvingina í dátuvísindum, sum Náttúruvísindadeildin bjóðar út næsta lestrarár.

Útbúgvingarliga bakgrundin hjá Martini er ph.d. og dr.scient. í teldufrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn, har hann eisini var leiðari á Teldufrøðideildini frá 2008 til 2014. Frá 2015 til 2018 var hann dekanur á Náttúruvísindadeildini á Syddansk Universiteti, til hann fór í starv á IT-Universitetinum í Keypmannahavn.

Martin Zachariasen ætlar at halda fram við tí spennandi arbeiðinum, sum er lagt í at menna Fróðskaparsetur Føroya seinastu árini. 

Martin_Zachariasen

 

Byrjaði  sjálvur á Setrinum

Útbúgvingarleiðin hjá Martini Zachariasen byrjaði annars á Fróðskaparsetrinum, har hann millum tey fyrstu stóð bachelorprógv í teldufrøði í 1989, og so gongur hann eisini í fótasporunum hjá pápanum, Peturi Zachariassen, sum var rektari á Setrinum frá 1987 til 1990.

“Eg gleði meg til at taka við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya. Líka síðani eg fekk bachelorútbúgving mína her, havi eg havt eitt tætt tilknýti til Setrið, og eg havi altíð nýtt høvi til at minna føroyska samfelagið á tann stóra týdningin, sum okkara universitet hevur fyri Føroyar. Eg merki góðan og hollan politiskan stuðul til Setrið, og eg vóni, at eg gerist rektarin, sum umsíðir fær savnað Setrið – sum fremsta vitanardepil landsins - í eitt felags universitetskampus”, sigur Martin Zachariasen.

 

Samd nevnd

Tilsamans átta umsóknir vóru til starvið sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Ein samd setanarnevnd mælti til at seta Martin Tvede Zachariasen í starvið, og eitt samt stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya gjørdi av at seta hann sum nýggjan rektara.

Martin Tvede Zachariasen tekur við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya 1. januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744