Bakkafrost-samtakið 234 milliónir í vinningi í triðja ársfjórðingi

Bakkafrost-samtakið 234 milliónir í vinningi í triðja ársfjórðingi
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit, sum er 444 mió. kr. Men í Skotlandi var hall, 137 mió. kr. 
Laksaprísurin fór niður í helvt í ársfjórðingunum, og lidnu vørurnar góvu 276.000 kr. í avlopi.
 
08.11.2022 - 08:28

Bakkafrost-samtakið hevði 234 mió. kr. í vinningi eftir skatt og virðisreguleringar í triðja ársfjórðingi í ár.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit, sum er 444 mió. kr. Men í Skotlandi var hall, 137 mió. kr. 

Lidnu vørurnar góvu 276.000 kr. í avlopi.

Hjá Havsbrún var úrslitið í triðja ársfjórðingi 120 mió. kr.

Laksaprísurin fór niður í helvt í ársfjórðingunum. 

 

Góð lívfrøðilig gongd

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum var sera góð í triðja ársfjórðingi eins og í undanfarna, sigur Bakkafrost. 

Lúsatølini vóru metlítil, og fellið var sera lítið.

Í Skotlandi hevur lívfrøðin verið avbjóðandi fyri alingina í hesum ársfjórðinginum. 

Hetta elvdi til stórt felli, størri enn væntað. 

Bakkafrost ætlar at basa fellinum við at seta út størri smolt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002