Nú er skotið ígjøgnum

Nú er skotið ígjøgnum
Skipað var fyri hátíðarhaldi í Ánunum, tá seinasta skotið í Árnafjarðartunlinum var latið av seinnapartin
Seinasta skotið í Ánunum er latið av.
Mynd: Frants Jensen  
 
08.11.2022 - 15:04

Fyri umleið einum tíma síðani var seinasta skotið í Árnafjarðartunlinum, sum er annar tunnilin norður um Fjall, latið av.

Knút Guðjónsson skeyt seinasta skotið. Hann var ein av trimum formonnum, tá gamli tunnilin var í gerð. 

Harumframt hevur hann verið við til at gera Hvannasundstunnilin, Sandvíkartunnilin og gamla Hvalbiartunnilin.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur, og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar.

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr., og tá er vegagerðin eisini íroknað.

Gongst sum ætlað, verða nýggju tunlarnir norður um Fjall tiknir í nýtslu á heysti í 2024. 

Meiri verður at frætta í Degi og viku í kvøld.

 

Skipað var fyri hátíðarhaldi í Ánunum. (Mynd: Frants Jensen)

 

Røður vóru eisini hildnar. Her er Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, á røðarapallinum. (Mynd: Frants Jensen)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523