- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sáttmáli um korrupsjón ongantíð settur í gildi í Føroyum
Øll tosa um gjøgnumskygni í almennu fyrisitingina, men enn er gjøgnumskygnið avmarkað. Til dømis er ikki óvanligt, tá journalistar og onnur biðja um alment innlit, at politikarar og embætisfólk fyrst royna at finna grundgevingar fyri IKKI at geva innlit. Endamálið skuldi annars verið at roynt at funnið allar møguleikar fyri at GEVA innlit.
Feskasta dømið um vantandi innlit og vantandi gjøgnumskygni er málið um Eysturoyartunnilin.
Gjøgnumskygni
Endamálið við ST-sáttmálanum um korrupsjón er at tryggja best møguligt gjøgnumskygni, og á tann hátt at forða fyri korrupsjón. Tá Noreg staðfesti hendan millumtjóða sáttmálan í 2006, segði táverandi løgmálaráðharrin í Noregi, Knut Storberget, millum annað:
“Sum løgmálaráðharri vil eg hava Noreg millum tey fremstu í altjóða stríðnum móti korrupsjón, og nú kunnu vit gerast millum fyrstu londini í Evropa, sum staðfesta ST-sáttmálan.”
Til tess at staðfesta ST-sáttmálan vórðu broytingar gjørdar í norsku revsilógunum.
Føroyar og Grønland
Í grein í grønlendska blaðnum, Sermitsiaq, mikudagin 19. desember í 2012, skrivar Søren Duran Duus millum annað, at tá Danmarks setti í gildi ST-sáttmálan um korrupsjón í 2006, var sáttmálin ikki galdandi fyri Grønlandi og Føroyar.
“Der er de senere ár for alvor kommet fokus på gennemsigtighed i vores land. Og i den forbindlese har medlem af Inatsisartut, Arkitsinnguaq Olsen, Siumut, spurgt Naalakkersuisut, om Grønland er omfattet af FN´s konvention mod korruption. Det korte svar er: Nei.”
Og í Føroyum er støðan tann sama. Ein løgfrøðingur í Innlendismálaráðnum sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at ST-sáttmálin ongantíð er settur í gildi í Føroyum. Og innihaldið – ella partvís innihaldið í ST-sáttmálanum er heldur ikki á annan hátt staðfest í Føroyum.
Hóttan móti demokratinum
Transparency International er stovnur, sum burturav arbeiðir fyri gjøgnumskygni og fyri at forða fyri korrupsjón. Hetta er ein alheimsstovnur, sum hevur skrivstour ymsastaðni í heiminum, m.a. í Noregi og Danmark.
Transparancy Internation og norska økokrim (svarar til bakmanspolitiið í Danmark) arbeiða út frá setninginum í ST-sáttmálanum um korrupsjón. Transparansy International og økokrim siga millum annað soleiðis um orsøkina til at arbeiða fyri gjøgnumskygni og at forða fyri korrupsjón:
Korrussjón er ein hóttan móti rættarsamfelagnum, demokratinum og mannarættindunum.
Í alheims perspektivinum er korrupsjón størsta forðingin móti sosialari og búskaparligari menning í menningarlondum.
Korrupsjón elvir til mismun og forðar fyri sosialum rættvísi.
Korrupsjón undirgrevur reiðiligari og skilvísari kapping (skapar kappingaravlaðing).
Korrupsjón kann elva fyritøkum beinleiðis fíggjarlig tap – og skapa teimum verri umdømi.
Transparancy International sigur eisini, at “...korrupsjón er tjóvarí av politiskum, sosialum og fíggjarligum ágóðum frá fólkinum.
Vit hava meira um hetta evnið seinni.