Ýðir við flogdiskum

Ýðir við flogdiskum
Flogskiparar, sum flúgva yvir Kyrrahavið, hava síðan í summar sæð fleiri gátuførar flúgvandi lutir har um leiðir. 
 
09.11.2022 - 15:22

Í sendingini Góðan Morgun Føroyar varð í morgun ringt til vertirnar í poddvarpsrøðini UFO-kjallarin fyri at vita, hvat teir vita at fortelja um hetta. 

- Teir seinastu tveir mánaðirnar hava fleiri flogskiparar á ferðafólkaflogførum sæð okkurt í luftini yvir Kyrrahavinum, greiðir annar verturin frá.

 

Skap sum ein tríhyrningur

Tað, sum hesir flogskiparar siga, er, at tað flýgur í ring, beint frameftir og upp og niður við miklari ferð. 

- Tað, sum tey siga seg síggja, er løgin ljós, tað hevur skap sum ein tríhyrningur, ongar veingir, og har er onki sum bendir á, at har er nakar motorur, ið gevur hita frá sær, og so kann tað býta seg sundur mitt í øllum og koma saman aftur, greiða vertirnir í UFO-kjallarnum frá.

 

UFO_sights

 

Flogskiparar hava í fleiri umførum ringt til ymisk flogtorn fyri at vita, um tey vita, hvat hetta er, ella um tey síggja á radaranum, um okkurt er nærhendis flogfarið. 

FBI hevur fingið fatur á fleiri flogskiparum, sum siga seg vilja stíga alment fram og fortelja, hvat tað er, sum teir hava upplivað og sæð.

Í summum førum síggja tey fleiri  og onkuntíð einstakar flogdiskar. 

- Hesir flogdiskar kunnu fara frá at flúgva langt uppi í lofthavinum, og so mitt í øllum við miklari ferð kava niður í havið og koma upp aftur, býta seg sundur í tvey og hvørva, so hetta er ógvuliga gátuført og spennandi, siga vertirnir í UFO-kjallarnum.

 

Nýggj frágreiðing á veg

Pentagon skuldi almannakunngera eina nýggja UFO-frágreiðing síðst í oktobur, men hon er ikki almannakunngjørd. Tað er tó okkurt likið út til miðlarnar um, hvat stendur í hesi frágreiðing.

- Í tí fyrru vóru 143 gátuførar UFO sjónir, og bert ein av hesum høvdu tey møguliga eina náttúrliga frágreiðing til, men í tí nýggju eru 360 UFO sjónir, og har eru 160, sum tey ikki hava ánilsi fyri, hvat er, siga vertirnir í UFO-kjallaranum.

 

Longri samrøða við vertirnar í UFO-kjallaranum í Góðan Morgun Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Leygardag 17. januar
Jambalaja - 170126
202831
Leygardag 17. januar
Vikugesturin: Litrík og stríðsfús
202823
Leygardag 17. januar
Vikan 17. januar 2026
202822
Leygardag 17. januar
Upp á tá - 160126
202819
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632