- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur í Eikmálinum 22. november

Týsmorgunin 22. november kemur dómurin hjá Eystara landsrætti í Eikmálinum.
Tað stendur í rættarlistanum hjá Landsrættinum.
Málið er millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.
Teir tríggir Eikmenninir vóru í Føroya rætti 18. november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi. Teir kærdu dómin til Landsrættin.
Her er fráboðanin frá Landsrættinum í rættarlistanum um, at dómur fellur í Eikmálinum 22. november.
Krevja frídøming ella linari revsing
Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella, í øðrum lagi, at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.
Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.
Málið byrjaði í Landsrættinum 26. apríl. 25 rættardagar vóru settir av.
Fimta deild hjá Eystara landsrætti, tríggir dómarar, kemur til Føroya 21. november.



























