H71-kvinnurnar hava enn kjans

H71-kvinnurnar hava enn kjans
Hóast H71-kvinnurnar í gjárkvøldið taptu fyrra EHF Europa Cup-dystin ímóti Slavia Prag, hava tær møguleikan at venda samlaða úrslitinum í seinna dystinum í kvøld.
Mynd: H71  
 
04.12.2022 - 14:53

Kvinnurnar hjá H71 taptu í gjárkvøldið í høllini á Hálsi í Havn fyrra EHF Europa Cup-dystin ímóti tjekkiska Slavia Prag við tveimum málum, 27-29.

Tað leikaði javnt á at byrja við og liðini fylgdust upp til 8-8, men so hevði Slavia Prag munin og var á odda við tveimum málum í hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki vóru onkra løtu fýra mál á muni, men miðskeiðis í hálvleikinum stóð á jøvnum, bæði 23-23 og 24-24, men ímóti endanum royndist tjekkiska liðið stinnari.

Bestu málskjúttar hjá H71 vóru Jana Mittún við seks málum og Guðrið á Borg við fýra, og Alda av Skarði hevði málinum eitt bjargingarprosent upp á 41.

Seinni dysturin millum H71 og Slavia Prag verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan sjey, og hevur H71 tá møguleikan at venda støðuni, um tað eydnast at vinna við minst trimum málum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025