Samráðast við Noreg og Ísland í vikuni

Samráðast við Noreg og Ísland í vikuni
Samráðingarnar við Ísland eru talgildar
Fiskirættindasamráðingar eru hesa vikuna.
 
06.12.2022 - 11:01

Føroyar hava nakrar fiskiveiðusamráðingar um 2023 nú í vikuni.

Strandarlondini samráðast um makrel í London, og Føroyar og Bretland hava samráðingar hósdagin og fríggjadagin, eisini í London.

Í dag fara fólk úr Føroyum til Oslo at samráðast við Noreg.

Samráðingar við Ísland eru eisini í dag. Tær eru talgildar. 

Samráðingarnar við Ísland plaga at vera á ráðharrastigi, so Árni Skaale, landsstýrismaður, og Svandis Svavarsdóttir, ráðharri, samráðast.

Eftir er so at samráðast við ES. Samskifti er um tær samráðingarnar, men dagurin er ikki ásettur enn.

Strandarlondini fara at samráðast um svartkjaft og norðhavssild í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846