Prógvið fyri kravinum um sildina lagt fram

Prógvið fyri kravinum um sildina lagt fram
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at tilfarið, sum føroysku samráðingarfólkini fara at leggja fram í London mánadagin, verður almannakunngjørt tá.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina fríggjadagin
 
28.08.2013 - 14:39

Í næstu viku, mánadagin og týsdagin, verður fundur í London um, hvussu strandarlondini skulu býta norðhavssildina næsta ár.

Fyri tann fundin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um býtið í 2014. Ráðførslan verður fríggjadagin.

Jacob Vestergaard sigur, at tilfarið, sum føroysku samráðingarfólkini fara at leggja fram í London mánadagin, verður almannakunngjørt tá.

Við hesum tilfari sigur Fiskimálaráðið seg prógva, at Føroyar eiga nógv størri sildakvotu enn hini londini siga. Danmark er við í boykottinum hjá ES móti Føroyum. Tað noyðist Danmark, tí Danmark er limur í ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026