Nýggju býarbussarnir koyra millum jól og nýggjár

Nýggju býarbussarnir koyra millum jól og nýggjár
Næsta ár fáa HZ-bussar eisini tveir el-bussar, sum skulu røkja Bussleiðina í Havn
Nýggju býarbussarnir taka 70 ferðafólk.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
21.12.2022 - 15:06

Nýggju býarbussarnir hjá Tórshavnar kommuna verða latnir HZ-bussum í morgin. 

Talan er um 15 dieselbussar, sum eru av slagnum IVECO Crossway Low Entry. Bussarnir eru eitt sindur longri enn teir núverandi, og hava pláss fyri 70 ferðandi.

Nýggju bussarnir fara at koyra millum jól og nýggjár. Byrjað verður 27. desember.

 

El-bussar næsta ár

Um mánaðarskriftið apríl/mai næsta ár, fáa HZ-bussar tveir el-bussar, sum eisini skulu røkja Bussleiðina í Havn. 

El-bussarnir fara at koyra á leið 4. 

Mett verður, at el-bussarnir kunnu koyra eitt samdøgur í býarkoyringini í Havn upp á eina fulla løðing. 

Talan verður í fyrstu syftu um eina royndarætlan, og eydnast hon, verða ætlandi fleiri el-bussar keyptir, sigur Heðin Zachariassen, stjóri í HZ-bussum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523