Norrøna siglir ikki fyrstu tríggjar vikurnar í nýggja árinum

Norrøna siglir ikki fyrstu tríggjar vikurnar í nýggja árinum
Norrøna fer ikki í sigling aftur fyrr enn 21.januar næsta ár
Norrøna verður ikki aftur í Havn fyrr enn um ein slakan mánaða.
 
27.12.2022 - 08:56

Norrøna fer ikki í sigling aftur fyrr enn 21.januar næsta ár.

Skipið er nú í dokk í Lindø í Danmark, hagar tað kom í gjáramorgunin.

Norrøna fer úr Hirtshals til Føroya 21.januar.

Ísland skert

Næsta ár verður eingin sigling til Íslands fyrr enn 20.mars.

Og í tíðarskeiðinum 25.november til nýggjárs siglir Norrøna heldur ikki til Íslands.

Tað er ikki burðardygt at sigla við Norrønu til Íslands um veturin, sigur Smyril Line. 

Men felagið hevur farmaskip, sum sigla til Íslands alt árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025