Tobias Rahim súkklar runt í Føroyum á damusúkklu

Tobias Rahim súkklar runt í Føroyum á damusúkklu
Í sínum nýggja sjónbandalagi, "Taber mig i dig. Føler vi ku vinde", súkklar kendi danski tónlistamaðurin Tobias Rahim berur oman belti á einari damusúkklu runt í Føroyum
Danski tónlistamaðurin Tobias Rahim
Mynd: úr "Taber mig i dig. Føler vi ku vinde"  
 
03.01.2023 - 15:05

Í fjør summar hugtók danski Tobias Rahim føroyingar, tá ið hann hevði bestu framførsluna á Voxbotn-tónleikatiltakinum í Havn. 

Kendi danski tónlistamaðurin lá ikki sjóvarfallið av sær, meðan hann var í Føroyum. Hann tók nevniliga eisini eitt sjónbandalag upp til sangin "Taber mig i dig. Føler vi ku vinde" meðan hann vitjaði.

Í hugtakandi sjónbandalagnum súkklar Tobias Rahim nakin oman belti, tó í kovboyhatti, á einari damusúkklu runt í Føroyum. 

Sangurin "Taber mig i dig. Føler vi ku vinde" er at finde á plátuni "Når sjælen kaster op", sum Rahim gav út í fjør. 

Talan er um ein rættiliga ónærisligan sang, ið sjónbandalagið eisini ber brá av. 

Tað er ikki fyrstu ferð, at júst hetta konseptið er roynt í Føroyum.

Í síni bók "Fractura nasi" frá 2017 súkklar Høgni Mohr eisini kring oyggjarnar á einari damusúkklu, og á sjálvari permuni er høvundurin teknaður nakin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360