Færri skiljast og fleiri giftast

Færri skiljast og fleiri giftast
Í fjør vóru 237 vígslur, 170 kirkjuligar og 67 borgarligar
Færri eru farin hvør til sítt seinastu árini, og fleiri giftast
Mynd: alive.dk  
 
01.09.2013 - 10:20

Færri hjúnarskilnaðir hava verið seinastu fýra árini, eftir at talið av hjúnarskilnaðum gjørdi eitt risalop uppeftir frá 2009 til 2010. Samstundis at giftast fleiri. 

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, ið netavísin.fo hevur almannagjørt.

Í 2011 vóru 206 vígslur í Føroyum. Av hesum vóru 144 kirkjuligar og 62 borgarligar. Sama ár vóru 87 hjúnaskilnaðir samanborið við 92 í 2010.

237 vígslur í fjør

Í 2012 vóru tilsamans 237 vígslur, 170 kirkjuligar og 67 borgarligar. Talið á hjúnaskilnaðum var í fjør 78, ella níggju færri enn árið fyri.

Tølini hjá Hagstovuni fevna um føroyingar, sum eru vígdir í Føroyum og uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450