Vápnahvíld er bert lótir

Vápnahvíld er bert lótir
Amerikanska uttanríkisráðið trýr ikki nógv uppá, at nakar veruligur vilji býr aftan fyri russisku vápnahvíldina, nú ortodoks jól verða hildin.
Mynd: Clodagh Kilcoyne/Reuters  
 
07.01.2023 - 13:57

– Russisku álopini har eysturi í Ukraina síðsta samdøgrið vísa, at russiska vápnahvíldin, nú ortodoks jól verða hildin, eru tær beru lótir, sigur Ned Price, talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið.

Longu hósdagin, tá ið russiski forsetin, Vladimir Putin, kunngjørdi einsíðugu russisku vápnahvíldina, sáddi Ned Price iva um hana.

- Eg haldi fast við mínar metingar og havi ikki broytt meining eftir tað, vit síðani hava sæð, segði hann í gjár.

Norska tíðindastovan, NTB, skrivar, at hóast russisku herdeildirinar skuldu lata jólafriðin ráða, eru tíðindi borin um fleiri álop har eysturi í Ukraina síðani vápnahvíldin skuldi verið komin í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Fríggjadag 6. juni
Vikuskiftið 6. juni 2025
192931
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885