Framløga á tingfundinum í dag

Framløga á tingfundinum í dag
Uppskot um at endurrinda meirvirðisgjald fyri elbilar og at yvirtaka farsóttarøkið verða væntandi løgd fram
Framløga er á tingfundinum í dag, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur eisini ásett tveir tingfundir í næstu viku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2023 - 08:37

Tingfundur verður seinnapartin í dag.

Tá kemur væntandi uppskotið hjá landsstýrinum um meirvirðisgjaldið og elbilar. 

Ætlanin er at leingja tíðarskeiðið tvey ár, har fólk fáa meirvirðisgjaldið aftur, tá tey keypa nýggjan elbil.

 

Afturvirkandi gildi

Hetta skal vera við afturvirkandi gildi frá 1.januar í ár, tá gamla lógin fór úr gildi.

Hybridbilar og plugin hybridbilar eru tó tiknir úr uppskotinum, men eftir 1.juli í ár verður meirvirðisgjaldið fyri teir ikki endurrindað.

Teir vóru annars við í uppskotinum hjá undanfarna landsstýri.

Tað kostaði landskassanum 32 mió. kr. at endurrinda meirvirðisgjaldið í fjør.

 

Yvirtaka farsóttarmálsøkið

Eitt annað uppskot hjá landsstýrinum er um at yvirtaka farsóttarmálsøkið.

Tað verður sama uppskot, sum undanfarna landsstýri kom við í løgtingið.

Tingfundir eru eisini týsdagin og hósdagin í næstu viku. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531