- Tíðindi, mentan og ítróttur
Borgarstjórar fingið heiðurstekin
Borgarstjórar fingið heiðurstekin
Fýra menn og tvær kvinnur fingu nýggja heiðurstekinið hjá Tórshavnar kommunu
14.01.2023 - 16:45
Teir seks núlivandi borgarstjórarnir í Tórshavnar kommunu fingu í gjár Heiðurstekin Tórshavnar býráðs.
Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.
Tey seks eru Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Leivur Hansen, Jan Christiansen, Annika Olsen og Heðin Mortensen.
Heiðurstekin Tórshavnar býráðs er eitt nýtt heiðurstekin, sum Tórshavnar býráð tók stig til í desember.
Sambært reglugerðini kunnu borgarar, starvsfólk, býráðslimir og borgarstjórar fáa heiðurstekinið.
Ein nevnd, sett saman við umboðum fyri meiriluta og minniluta í býráðnum og kommunustjóranum, ger av hvør borgari skal fáa heiðurin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV