Javnseta nú vanligan og talgildan post

Javnseta nú vanligan og talgildan post
Hóast Mínboks er eldri enn 10 ár, er eingin lóg um hana. Men hon kemur nú. Lógaruppskotið er sent til hoyringar.
 
17.01.2023 - 08:30

Fyri 10 árum síðani bleiv Mínboks sett í verðina, men síðani tað hevur skipanin livað eina tilveru í lógloysi. 

Lógin um hana er ongantíð farin gjøgnum løgtingið. 

Men nú er lógin send til hoyringar. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at Mínboks lýkur krøvini um trygt talgilt samskifti, eisini krøvini, sum eru í dátuverndarlógini. 

 

Partur av Vanganum

Gjaldstovan keypti postkassan Mínboks í 2017 frá Elektron í sambandi við arbeiðið hjá Talgildu Føroyum.

Mínboks er nú ein sameindur partur av Vanganum. 

Postur, sum í dag verður sendur gjøgnum talgildu skipanina, hevur ikki somu rættarligu støðu sum postur, sum verður sendur í brævbjálva. 

 

Javnseta vanligan og talgildan post

Endamálið við lógini, sum nú er á veg, er at javnseta vanligan post við talgildan post, geva honum somu rættarligu støðu.

Í dag brúka 33.700 fólk Mínboks.

35 fyritøkur og almennir stovnar brúka Mínboks. 

Í 2021 vóru 625.807 brøv send umvegis Mínboks.

 

Kostar 16.000 kr. at knýta seg uppí

Fyritøkur og stovnar gjalda 16.000 kr. at knýta seg í Mínboks.

Harumframt skulu tey rinda fyri hvørt brævið.

Miðalprísurin fyri brævið var minni enn tríggjar krónur í 2021, sigur Fíggjarmálaráðið.

Annars gjalda brúkarar einki fyri at brúka Mínboks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
EM tíðindi - 26. juni 2024
177276
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
177273
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125