Advokatur: Afturhaldsskipan kann misbrúkast, um einki eftirlit er við henni

Advokatur: Afturhaldsskipan kann misbrúkast, um einki eftirlit er við henni
Tað er neyðugt, at eftirlit er við skipanin, ið gevur arbeiðsgevarum møguleika at afturhalda løn, tí annars er vandi fyri at hon verður misbrúkt, heldur Jógvan Páll Lassen
Jógvan Páll Lassen, advokatur, mælir til størri eftirlit við afturhaldsskipanini, ið gevur arbeiðsgevarum rætt til at afturhalda løn
Mynd: Savnsmynd  
 
17.01.2023 - 18:49

Arbeiðsgevarar hava heimild til at afturhalda upp til 25 prosent av lønini hjá starvsfólkum sum trygd fyri útreiðslum, ið arbeiðsgevarin hevur havt av starvsfólkunum. Tað staðfestir Taks. 

Seinastu tíðin hava vit hoyrt um fleiri dømi við útlendingum, ið eru komnir til Føroya at arbeiða, men sum ikki hava fingið alla lønina útgoldna. Eitt nú starvsfólk hjá Farhat'sa Pizza í Saltangará. 

Arbeiðsgevarin hjá Walid Meriah afturhelt 3500 krónur fyri húsaleigu, har teir búðu 7 mans í eini íbúð við trimum kømurum. Tað sama gjørdi seg galdandi hjá øðrum, og tað vil altso siga, at um allir rinda somu leigu, kostar íbúðin í Runavík, sum eitt felag hjá arbeiðsgevaranum eigur, 24.500 krónur um mánaðin. 

Í førum, har arbeiðsgevarin afturheldur løn fyri bústað hjá arbeiðstakaranum, skal hetta framganga í sáttmálanum, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur. 

Vandi er fyri, at afturhaldsskipanin verður missbrúkt av arbeiðsgevaranum, um einki eftirlit er við henni, heldur hann.

Jogvan_Pall_Lassen_um_afturhaldsskipan

 

Landsstýriskvinnan í Fíggjarmálum, Ruth Vang, lovar, at hon nú fer at hyggja nærri at afturhaldsskipanini. 

Ruth_Vang_um_afturhaldsskipan

 

 

Sum skipanin er í dag, er tí vandi fyri, at , at afturhaldsskipanin verður missbrúkt av arbeiðsgevaranum, sigur Jógvan Páll Lassen. ]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552