Føroyska fosturtøkulóggávan koma á breddan í fólkatinginum í kvøld

Føroyska fosturtøkulóggávan koma á breddan í fólkatinginum í kvøld
Sólbjørg Jakobsen, ið er føroysk, men situr á fólkatingi fyri Liberal Alliance, tók spurningin um fría forsturtøku í Føroyum upp í fólkatinginum í kvøld
Sólbjørg Jakobsen spurdi Onnu Falkenberg um fría fosturtøku í Føroyum
 
19.01.2023 - 21:55

Tá Anna Falkenberg, ið er føroyskt fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, og forkvinna í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, helt sína fyrstu røðu í fólkaræðisháborg dana í sambandi við "åbningsdebatten" í kvøld, varð hon spurd um føroysku forsturtøkulóggávuna. 

Tann, ið spurdi, var hin føroyska kvinna á fólkatingi, Sólbjørg Jakobsen, ið er úr Runavík, men situr á fólkatingi fyri Liberal Alliance. 

Harvið settu føroysku fólkatingskvinnurnar føroysku fosturtøkulóggávuna á breddan í fólkatinginum í kvøld. 

 

Tørvur á einum skumpi

Sólbjørg Jakobsen er framsøgufólk í Føroya- og javnstøðumálum fyri Liberal Alliance.

Hon gjørdi vart við, at Danmark er við í nógvum altjóða samstørvum, har arbeitt verður við at styrkja og verja mannarættindi. 

Tí undraðist Sólbjørg Jakobsen á, at nógvir danir ikki hava vitað, at Føroyar, sum er partur av ríkisfelagsskapinum, ikki hava fría fosturtøku. 

Sólbjørg Jakobsen helt, at tað er tørvur á at hjálpa Føroyum á leið í hesum eyma spurninginum um fría fosturtøku. 

Tí spurdi Sólbjørg Jakobsen úr Liberal Alliance Onnu Falkenberg úr Sambandsflokkinum, um hon ikki helt, at Danmark og tey fólkavaldu í landinum eiga at vísa teimum kvinnum, ið stríðast fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum, sín stuðul.

Og um Danmark ikki eigur at leggja eitt ávíst trýst á, soleiðis at føroyskar kvinnur eisini fáa rætt til fría forsturtøku. 

Anna Falkenberg var snúðin og dugdi væl at svara fyri seg.

Hon staðfesti avgjørd, at tað er sera umráðandi, at fólkatingið ikki blandar seg í økir, ið eru undir føroyskari lóggávu, sum fosturtøka er. 

Men tá tað var sagt, so helt Anna Falkenberg eisini, at lóggávan var gomul og ótíðarhóskandi, og at tað var tørvur á at fáa lóggávuna dagførda. 

Anna Falkenberg helt seg tó síggja greiðar ábendingar um, at kjakið um fría forsturtøku í Føroyum hevði flutt seg nógv seinastu árini, og at tað fegnaðist hon um.

Tí, sum hon tók til, so var tað sera umráðandi við einum opum og uppbyggjandi kjaki um øll evni, eisini tey, ið eru svár at tosa um. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Fríggjadag 22. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Marianna Winter
208713
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611