- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fuglberg mátti sleipast til lands
Fuglberg mátti sleipast til lands
Leygarmorgunin boðaði skiparin á trolaranum Fuglberg frá, at teir høvdu maskintrupulleikar, og at teir tí høvdu brúk fyri sleipi til lands.

Mynd: Myndirna hevur Bjartur Tórhalsson tikið
22.01.2023 - 10:30
Hetta var klokkan 8.44, og Brimil varð boðsendur at sleipa skipið, sum var statt í Fugloyarfirði.
Sleipið tók áleið sjey tímar. Brimil og Fuglberg komu til Klaksvíkar seint seinnapartin í gjár, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























