Dronur til fiskiveiðueftirlit

Dronur til fiskiveiðueftirlit
Íslendska fiskistovan hevur viðgjørt væl fleiri mál um útblaking, síðan farið var undir at nýta dronur til eftirlit
 
07.02.2023 - 09:39

Fiskistovan í Íslandi, sum svarar til okkara Vørn, viðgjørdi 27 mál um útblaking í fjør.

Níggju fiskifør mistu veiðiloyvið og 18 fingu ávaring. Tvey skip mistu veiðiloyvið í eina viku og fimm í tvær vikur.

Hjá tveimum skipum var brotið so grovt, sambært myndugleikunum, at annað slapp ikki at fiska í fimm vikur og hitt í átta vikur. Grovastu málini um útblaking vera meldað til politiið.
 

Fiskistovan brúkar dronur til fiskiveiðueftirlit

Síðani dronurnar komu í 2021, eru málini um útblaking vorðin nógv fleiri.

Fiskistovan kunnger á sínari heimasíðu, hvørjir bátarnar og hvørji skipini eru, sum fáa ávaring ella missa veiðiloyvið fyri útblaking. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096