Grønlendingar eru fyri rasismu

Grønlendingar eru fyri rasismu
Grønlendingar í Danmark eru í alsamt størri mun fyri mismuni og rasismu, tá ið teir hava við danskar myndugleikar at gera.
Mynd: Radio TGW  
 
11.02.2023 - 16:25

Tað er ein av fyribils niðurstøðunum, ið serligi ST-eygleiðarin fyri rættindi hjá upprunafólki er komin við, eftir at hann hevur vitjað í bæði Grønlandi og Danmark.

- Eg stúri mest fyri skipaðu rasismuni, grønlendingum er fyri, sigur José Francisco Cali Tzay við P1 hjá danska útvarpinum.

- Hóast grønlendingarnir eru danskir ríkisborgarar, møta teir rasumismuni í øllum teimum almennu tænastunum, teir hava brúk fyri, sigur hann.

Yvirumboðaðir í hagtølum
Serliga leggur hann dent á, at inuittar eru yvirumboðaðir í hagtølum, sum fevna um heimloysi og noyðsluflutt.

Eisini vísir hann millum annað á, at sálarfrøðiligu kanningarnar, ið verða gjørdar fyri at meta, um foreldur eru egnað at taka sær av sínum børnum, ikki leggja upp fyri mentanarmunum og ofta eru á einum máli, mamman ikki skilir.

- Danska stjórnin sigur vælferðarstatin vera grundaðan á javnbjóðis atgongd, men í veruleikanum uppliva inuittar umsitingarligar og stovnsligar forðingar, umframt rasismu og rasumismun, sigur José Francisco Cali Tzay.

Fær javnan fyrispurningar
Annar av grønlendsku fólkatingslimunum, Aki-Matilda Høegh Dam, er ikki bilsin av fyribils niðurstøðuni, sum er ein lemjandi atfinning at donsku myndugleikunum:

- Hetta er nakað, eg dagliga fái fyrispurningar um frá inuittum, bæði í Danmark og Grønlandi, sigur hon.

Hvørki danski sosialmálaráðharrin, forsætisráðharrin ella javnstøðuráðharrin hava ynskt at gera samrøðu við DR ella at siga nakað um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101