ES ger, at føroyskar bøkur fáa meirvirðisgjald í Danmark

ES ger, at føroyskar bøkur fáa meirvirðisgjald í Danmark
Nýggjar ES-reglur gera, at meirvirðisgjald verður lagt á allar vørur úr londum, sum ikki eru í ES
Føroyskar bøkur sleppa ikki undan meirvirðisgjaldi í Danmark. ES fær skyldina.
 
12.02.2023 - 15:27

Føroyskar barnabøkur sleppa ikki undan meirvirðisgjaldi í Danmark.

Tað sigur Jeppe Bruus, skattamálaráðharri, sum hevur svarað einum spurningi frá Onnu Falkenberg, fólkatingslimi, um føroyskar barnabøkur og moms.

Nýggjar ES-reglur gera, at meirvirðisgjald verður lagt á allar vørur úr londum, sum ikki eru í ES.

Og minstamarkið, 80 krónur, er strikað, so meirvirðisgjald eisini kemur á bókapakkararnar hjá Bókadeild Føroya lærarafelags, hóast virðið bara er millum 70 og 160 krónur.

Hóast reglurnar komu 1.juli í fjør, veit Jeppe Bruus ikki, hví tær nústani ávirka bøkur, sendar úr Føroyum.

Jeppe Bruus sigur, at Danmark fær ikki broytt ES-reglur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290