Fleiri faklig eygu á næmingin og felagsskapin

Fleiri faklig eygu á næmingin og felagsskapin
Arbeiðsbólkur hevur latið landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum níggju tilmæli um níggju átøk
Tilmælið frá arbeiðsbólkinum er skipað eftir meginreglunum "fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp." (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.02.2023 - 10:46

Tvær tríára royndarverkætlanir eru millum tilmælini hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um átøk, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum. 

Mælt verður til, at landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum setur í verk eina ætlan um  co-teaching, sum er til frama fyri allar næmingar.

Hin er ein granskingarverkætlan um skúlafráveru, sum er um teir næmingar, sum hava avbjóðingar.

 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur fingið álit frá arbeiðsbólki, sum mælir til fleiri átøk. 

 

Fleiri fakfólk

Í co-teaching eru tvey ella fleiri fakfólk saman um undirvísingina.

Endamálið er at fáa fleiri faklig eygu á næmingin og felagsskapin, og hava fleiri hendur inni í flokkinum fyri at skapa ein barnavinarligan skúlafelagsskap, sum leggur upp fyri fjølbroytninum í næmingahópinum. 

Í arbeiðsbólkinum eru Símun J. Hansen, Leif Olsen, Guðrun Maria Mortensen, Rókur av Fløtum Jespersen, Magnus Tausen, Fríðbjørg Hammer, Tóra Petersen, Margreth Olsen, Frida Poulsen, Sólrun Foldbo, Høgni V. Warberg og Joan Knudsen, sum er forkvinna

 

Níggju átøk

Arbeiðsbólkurin læt í gjár landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, tilmælið.

Tilmælið er 48 síður. Níggju átøk eru í tilmælinum.

Tilmælið er skipað eftir meginreglunum "fleiri hendur, betri karmar og skjótari hjálp."
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Kom upp í politikk upp á avboð
206567
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483