Fíggjarlógin: Vænta 141 milliónir í avlopi í ár

Fíggjarlógin: Vænta 141 milliónir í avlopi í ár
Seinni í ár fer landsstýrið at leggja fram uppskot um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fram uppskot um fíggjarlóg fyri 2023.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2023 - 11:20

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 hevur 141 mió. krónur í avlopi, og ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur

Tað sæst í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið.

 

Nakrar umraðfestingar

Landsstýrið sigur, at verandi støða við ongari fíggjarlóg kann ikki halda fram í longri tíð, og hevur tí avgjørt at taka støði í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð latið løgtinginum í heyst.

Tó eru nakrar umraðfestingar gjørdar, bæði í løgum og í rakstri.

Eitt nú er peningur settur av til at styrkja eygleiðaraskipan á Vørn, at fremja átøk í veðurlagspolitikkinum og at fyrireika endurnýggjan av strandferðsluflotanum. Eisini eru raðfestar løgur, sum ikki vóru í fyrra uppskotinum.

 

Avlop og haldføri

Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 verður 141 mió. krónur.

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til 6.940 mió. krónur, meðan útreiðslumetingin sigur 6.799 mió. kr.

Av hesum fara 6.169 mió. kr. til rakstur og 630 mió. kr. til løgur og løgukendar útreiðslur.

Ríkisveitingin minkar 25 mió. krónur í ár.

 

Broyta tilfeingisgjøld

Seinni í ár fer landsstýrið at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta tilfeingisgjøld í ali- og fiskivinnuni, sum skal styrkja fíggjarliga haldførið í komandi tíðum.

Eisini ætlar landsstýrið at lækka skattin í samgongutíðarskeiðnum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.

Fíggjarlógaruppskotið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980