Spennandi hálvfinalur í kvøld

Spennandi hálvfinalur í kvøld
Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini í hondbólti við monnum verða spældar í kvøld. VÍF tekur ímóti H71, meðan KÍF vitjar StÍF á Skála
Vestmenningar taka ímóti H71 í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi-kappingini kvøld
 
16.02.2023 - 11:25

Oddaliðið í landskappingini, VÍF, tekur ímóti H71, og KÍF vitjar StÍF á Skála, tá fyrru hálvfinalurnar í Faxe-Kondi steypakappingini skulu spælast í kvøld.

Vestmenningar hava ikki tapt ímóti H71 í ár, men allir dystirnir hava verið rættiliga javnir. Fyrsta dystin vann við einum máli í Hoyvík, annar dysturin endaði við javnleiki í Vestmanna og seinast liðini spældu ímóti hvørjum øðrum, vann VÍF við tveimum málum í Hoyvík.

KÍF og StÍF hava spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini í ár. Hin fyrra vunnu kollfirðingar á heimavølli 33-27, og fyri kortum vunnu strandingar 32-26 á Skála.

Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 18:00, meðan dysturin á Skála verður klokkan 20:00. 


Lítil spenningur hjá kvinnunum

H71 hevur minst annað beinið í steypafinaluni við kvinnum. Hoyvíkingar vunnu 35-26 á Neistanum á Hálsi í fyrru hálvfinaluni í gjár.

Eitt vet av spenningi er í hinari hálvfinaluni. Kyndil vann við fýra málum ímóti Stjørnuni í Klaksvík, so tað verður trupult - men ikki ógjørligt - hjá teimum reyðu í Havn leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 5 MF DREINGIR 14-16 ÁR
210805
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528