- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spreingja dúgliga á Skarðsbøi

Herfyri gjørdu fólk vart við, at tey merktu og hoyrdu væl til, at tað bleiv sprongt.
Sands kommuna hevur sett tveir ristmátarar upp, og mátingarnar frá teimum vístu einki óvanligt, og ristingarnar vóru framvegis væl niðan fyri tað ásetta.
Ristingarnar skulu í mesta lagi vera 30 millimetrar um sekundið, og tað hægsta, sum varð mált, var 22 á øðrum ristmátaranum og 13 á hinum.
Síðani eru tveir eyka ristmátarar settir upp, og eftir tað hava ristingarnar verið minni enn fimm millimetrar um sekundið í sambandi við spreingar á Skarðsbønum.
Sands kommuna hevur síðani gjørt av at bora tættari og løða við smærri salvum, umframt at hellan verður reinsað væl og alt dekkað væl til, áðrenn skotið verður.
Heldur ikki verður sprongt, tá ið vindur kann føra tilfar inn yvir bygd øki.
Útstykkingin Skarðsbøur fevnir um 33 grundstykki.



























