- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar kommuna játtað 15 mió. kr. til Sjósavnið á Argjum

Nú er líkt til, at eitt nýtt sjósavn verður bygt á Argjum.
Tilmælið frá trivnaðarstjóranum og mentamálaleiðaranum til býráðið í morgin er at játta 15 milliónir krónur til at byggja nýtt sjósavn á Argjum.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Málið er samtykt í bæði mentamála- og fíggjarnevndini.
Neyðugt fyri uttanhýsis fígging
Tórshavnar kommuna skrivar, at treytin fyri uttanhýsis stuðulsfígging til byggingina er í stóran mun tengt at, um lokali myndugleikin eisini stuðlar verkætlanini fíggjarliga.
Skotið verður tískil upp at játta Sjósavninum tilsøgn uppá 15 milliónir krónur til byggingina í fíggjarætlanini 2024, og at tilsøgnin er galdandi til 31. desember 2024.
Harvið fær Sjósavnið neyðuga tíðarkarmin at fáa til vega samlaðu fíggingina til verkætlanina.
Treyt fyri útgjaldi frá Tórshavnar kommunu er, at øll loyvi til byggingina eru fingin til vega.
>>Her kanst tú lesa meira um ætlanirnar við nýggja sjósavninum á Argjum





























