LÍV: Landskassin tryggjar summum eftirlønaravkast

LÍV: Landskassin tryggjar summum eftirlønaravkast
Tey, sum hava verið í LÍV síðani fyri aldarskiftið, fáa landskassaveðhald, men tey, sum komu í LÍV eftir ár 2000, verða ávirkað av gongdini á marknaðinum
LíV hevði eisini eitt vánaligt ár í fjør.
 
23.02.2023 - 16:43

Vánaliga úrslitið hjá LÍV í 2022 ávirkar ikki tey, sum hava verið í eftirlønarfelagnum síðani fyri aldarskiftið.

Landskassaveðhaldið tryggjar teimum eitt avkast upp á umleið 4,5 prosent, sigur formaðurin í Samlagstryggingargrunninum hjá Starvsfelagnum, Jákup Danielsen.

 

Jákup Danielsen er formaður í Samlagstryggingargrunninum hjá Starvsfelagnum. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Talan er um einar tvær milliardir krónur, sum eru fevndar av landskassaveðhaldinum.

Men tey, sum eru komin í skipanina eftir ár 2000, verða ávirkað av gongdini á marknaðinum. 

Úrslitið hjá eftirlønarfeløgunum í fjør var tað ringasta higartil, tí avkastið var minus 10 prosent. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

23022023_Jakup_Danielsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mikudag 16. september
Disney mótmælti ikki Disneyland After Dark
213203
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221