Fimm heimsmeistaraheiti í Toronto

Fimm heimsmeistaraheiti í Toronto
Tað hilnaðist eisini væl hjá føroysku innirógvarunum á 2000 metrum, har tvey HM-heiti komu til høldar. Samanlagt vann føroyska liðið heili fimm heimsmeistaraheiti
Føroysku landsliðsrógvararnir við heiðursmerkjum um hálsin
Mynd: rsf  
 
27.02.2023 - 08:09

Føroyska landsliðið í inniróðri legði tvey heimsmeistaraheiti afturat rúgvuni, tá róð varð á 2000 metra teininum í gjár.

Sára Maria Johansen, sum róði í bólkinum 21-22 ár, legði seg á odda tíðliga og truggjaði sær gullið við einum góðum endaspurti við tíðini 7:11.3.

Vár G. Hansen, sum vann 500 meturin leygardagin, róði í sama bólki, og á 2000 metrum endaði hon á triðja plássi umleið sjey sekund aftanfyri liðfelagan.

Zoe E. Dickson róði í lættvektsbólkinum fyri tey 21-22 ára gomlu. Við einum sannførandi avriki tryggjaði hon sær sítt annað heimsmeistaraheiti við tíðini 7:30.7, sum eisini er persónligt met.

Mattias Durhuus í bólkinum 17-18 róði aftur væl á 2000 metrum. Hann legði seg á odda tíðliga, men í harðari kapping misti hann oddasessin og endaði í staðin nummar tvey við tíðini 6:12.0, sum eisini er persónligt met.

Landsliðsvenjarin og evropameistarin, Sarita Kristina Hansen, sum róði í lættvektsbólkinum 23-39, endaði á fimta plássi við tíðini 7:24.0.

Fimm heimsmeistaraheiti

Tilsamans hava føroysku rógvararnir vunnið ikki minni enn fimm HM-heiti í Toronti á teimum báðum teinunum, 500- og 2000 metrar. 

Sarita Kristina Hansen varð sett sum landsliðsvenjari í september í fjør, og tá boðaði hon frá, at inniróðurin skuldi lyftast upp á hægri stig.

Hon hevur síðan arbeitt við einum senior- og einum ungdómslandsliðið, og úrslitini fyrstu tíðina benda á, at hon ger okkurt rætt saman við rógvarunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194