Berin 20 ár: Sorgin bleiv tagd burtur

Berin 20 ár: Sorgin bleiv tagd burtur
Tá ið Anna Skýlindal og Hjørdis í Liða úr Kollafirði mistu mammuna fyri 50 árum síðan, bleiv sorgin meira ella minni tagd burtur.
Anna Skýlindal og Hjørdis í Liða mistu mammuna, tá vóru 11 og 6 ára gamlar.
 
03.03.2023 - 18:16

Hjørdis í Liða var seks ár og Anna Skýlindal 11 ár, tá tær mistu mammuna av bróstkrabba. Eftir jarðarferðina fóru pápin og beiggin til skips, meðan systrarnar fóru til hvør sína mostir at búgva.

Anna fór til Eiðis, og Hjørdis fór til Gøtu. Tær høvdu tað gott, men lítið og einki varð tosað um mammuna.

Systrar1

 

Sorg er ikki longur eitt tabu

Í dag vita vit, at tað er umráðandi, at børn sleppa at seta orð á sorgina, um tey missa foreldur ella systkin.

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, hevur eisini varnaðst, at fólk eru blivin meira opin at tosa um sorg.

- Tey børnini, sum komu her av fyrstan tíð, nevndi tað ikki fyri øðrum, at tey gingu hjá Beranum. Tað var eitt øgiliga stórt tabu, greiðir hon frá: 

Berin1

 

Berin 20 ár

Innslagið um systrarnar Hjørdis í Liðu og Onnu Skýlindal umframt innslagið við Oddvør Poulsen eru partar av innsavningarsending fyri felagsskapin Beran, sum verður send í sjónvarpinum sunnukvøldið 5. mars klokkan 19. 

Sendingin, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, skilmarkar 20 ára stovningardagin hjá Beranum.

Innsavningin verður skipað eftir sama leisti sum onnur innsavningartiltøk, sum hava verið í sjónvarpinum. Talan verður um eina sending við samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Beranum og tónleiki.

Kári Sólstein og Eydna Skaale eru vertir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688