Eik-málið: Fíggjarligt støðufesti ætlar sær ikki í Hægstarætt

Eik-málið: Fíggjarligt støðufesti ætlar sær ikki í Hægstarætt
Eystari landsrættur fríkendi 10.januar Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður í Eik, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður.
Fíggjarligt støðufesti hevur ikki søkt um loyvi at sleppa í Hægstarætt við Eik-málinum. (Savnsmynd)
 
08.03.2023 - 08:21

Fíggjarligt støðufesti hevur ikki søkt um loyvi at sleppa í Hægstarætt við Eik-málinum.

Tað fekk Útvarpið at vita frá Fíggjarligum støðufesti í gjár.

Eystari landsrættur fríkendi 10.januar Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður í Eik, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður.

Í november 2019 vóru Marner Jacobsen, Odd Bjellvåg og Frithleif Olsen dømdir at gjalda Fíggjarligum støðufesti 150 milliónir krónur í endurgjaldi. 

Dómurin varð kærdur til Landsrættin, sum fríkendi Odd Bjellvåg og Frithleif Olsen.

Men Marner Jacobsen, forstjóri, var dømdur at rinda góðar 85 milliónir krónur í endurgjaldi

 

Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, hevur sagt, at hann fer at søkja um at sleppa í Hægstarætt.

 

Søkir um at sleppa í Hægstarætt

Fyri einum mánaða síðani segði Marner Jacobsen, at hann fór at søkja um at sleppa í Hægstarætt.

Søkjast skal til Procesbevillingsnævnet.

Marner Jacobsen segði tá, at hann og advokatur hansara halda ikki, at dómurin er rættur. 

- Vit meta, at eg eri ósekur, segði hann.

Marner Jacobsen var í Eystara landsrætti dømdur at rinda Fíggjarligum støðufesti endurgjald fyri sín lut sum nevndarformaður í danska Eik banka.

22.juni í 2020 var hann fríkendur í Hægstarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483