Á Breddanum: Frí fosturtøka í Føroyum

Á Breddanum: Frí fosturtøka í Føroyum
Fýra tingfólk vera í útvarpsstovuni at skifta orð um spurningin
Hesi fara at skifta orð um fosturtøkuspurninginum í Breddanum fyrrapartin.
 
08.03.2023 - 08:58

Skulu vit hava fría fosturtøku í Føroyum?

Í dag er altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi seta vit sjóneykuna á fosturtøkulóggávuna frá 1956. 

Undan løgtingsvalinum tóktiskt undirtøka vera fyri, at lógin skal dagførast, men enn er eingin tøkilig ætlan um hetta.  

Vit hitta m.a. aðalskrivaran í Amnesty International Føroyar, Turið Mariu Johansdóttir, og Dianu Reynstind, serlækna í kvinnusjúkum.

Eisini verður politiskt kjak seinast í sendingini. Tey, sum fara at skifta orð um málið, eru Sólvit Nolsø í Framsókn, Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360