- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teistin liggur enn í Skopun

NÝGGJASTA FRÁ SSL KL. 14.40: Um Teistin ikki verður tøkur til túrin klokkan 16.35 úr Skopun, siglir Sildberin hendan túrin. Væntandi verður eisini ein túrur gjørdur av Gomlurætt við Rescue Lív klokkan 16.35. Siglt verður bara við ferðafólki. Sildberin tekur 30 ferðafólk og Rescue Lív 12 ferðafólk.
Teistin hevur í allan dag livið við ferguleguna í Skopun við tekniskum trupulleikum. Talan um eitt relé, ið forðar fyri, at bógskrúvan kann setast í gongd av brúnni, og tá ið roynt verður, kemur ein alarmur í maskinrúminum.
Teknikarar úr meginøkinum hava fingið undantaksloyvi til at ferðast suður ígjøgnum Sandoyartunnilin, og teir hava síðani fyrrapartin arbeitt fyri at fáa rætta brekið.
Í løtuni er tí óvist, nær Teistin kann fara í sigling aftur.
Sum er, fær Teistin heldur ikki flutt seg frá ferguleguni í Skopun, so tí ber heldur ikki til eitt nú at fáa Ternuna at røkja leiðina um Skopunarfjørð.
Heldur ikki eru Erla Kongsdóttir eru Jósup ein møguleiki, tí bæði eru á beding og kunnu ikki setast í sigling.


























