Maskinmeistarar nýggjan formann

Maskinmeistarar nýggjan formann
Arnfinn Bech var í dag valdur til nýggjan formann í Maskinmeistarafelagnum.
 
11.03.2023 - 19:09

Felagið hevði í dag aðalfund, og bæði formans- og nevndarval var á skránni. Tó var ikki tann stóri spenningurin um formansvalið, tí har var bara tað eina valevnið.

Upprunaliga vóru bæði Tummas Eli Høj Joensen og Arnfinn Bech uppstillaðir til formanssessin, men Tummas Eli tók seg aftur, tá ið tað gjørdist greitt, at ein annar var áhugaður í formanssessinum.

Tummas Eli Høj Joensen, sum tók við sum formaður í felagnum, tá ið Ólavur Gunnarsson legði frá sær tann 1. september, stóð annars eisini fyri vali sum nevndarlimur, men stillaði ikki uppaftur.

Tá ið nevndarvalið var á skránni, skuldu veljast tveir nevndarlimir millum fýra valevni. Regin Meyer Olsen, sum hevur verið næstformaður, varð afturvaldur og Mortan Sólheim Thomsen kom í nevndina sum nývaldur.

Umframt hesar sita Ólavur Østerø og Rógvi K. Hansen, sum ikki stóðu fyri vali hesaferð, í nevndini í Maskinmeistarafelagnum, sum væntandi fer at skipa seg ein av næstu døgunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025