Teistin komin í sigling aftur

Teistin komin í sigling aftur
Eftir at hava ligið í Skopun mestsum allan dagin við tekniskum breki, kundi Teistin umsíður klokkan 17.30 loysa og fara í sigling aftur.
 
11.03.2023 - 19:35

– Tað hevur verið eitt sindur rokaligt í dag og øll okkara fólk hava verið í gongd, bæði tekniska manningin og tey á samferðsludeildini, ið hava samskipað kunning, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.

– Hartil hava vit eisini havt fólk á Gomlurætt at halda skil á, at tað gekk rætt fyri seg, tí vit hava ikki fingið brúkt bíleggingarskipanina í sambandi við hetta, sigur hann.

Strandfaraskip Landsins hava allan dagin sitið við eini strævnari kabalu at fáa at ganga upp, tí støðan við Teistanum gjørdi, at har vóru ikki so nógvir møguleikar.

Avloysarar ikki tøkir
Ikki bar til eitt nú at fáa Ternuna at røkja leiðina um Skopunarfjørð, tí Teistin fekk ikki flutt seg frá ferguleguni í Skopun, og heldur ikki eru Erla Kongsdóttir vóru Jósup ein møguleiki, tí bæði eru á beding og kunnu ikki setast í sigling.

– Tí vóru heldur ikki aðrir møguleikar enn at taka Sildberan úr siglingini millum Sand og Skúvoy, tí við sínum 30 ferðafólkaplássum kundi hann hjálpa væl til, sigur strandferðslustjórin.

– Rescue Lív, sum tekur 12 ferðafólk, skuldi eisini hjálpa til at flyta fólk um Skopunarfjørð, men har var so óheppið, at hann fekk um skrúvuna og kundi ikki hjálpa til.

Í tíðindunum klokkan 18 høvdu vit samrøðu við ein skúvoying, sum ikki slapp av oynni, tí Sildberin varð tikin til sigling um Skopunarfjørð, men tá ið samrøðan varð send, var hann longu heintaður av Sildberanum og sloppin av oynni í øllum góðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025