- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Heartist" undan-frumsýndur

"Heartist" verður frumsýndur á CPH:DOX í Keypmannahavn næsta sunnudag, har hann kappast í bólkinum Nordic:Dox Award.
Film-eldhugaði, Birgir Kruse, ið var millum teirra ið sóu filmin í Kolshøll á Eiði í gjár, gevur “Heartist” skoðsmálið, at hann er “tann føroyski filmur, sum í filmiskum frásøgukynstri kann røkka longst út í verð”.
- Alt samalt verður borið á veingjum, so hesin filmurin verður hugtakandi, sum eingin annar heimildarfilmur eg havi sæð, skrivar Birgir Kruse á bloggi sínum í dag.
Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, ið hava leikstjórnað filmin.
Rógvi Per Rasmussen hevur filmað og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleik og ljóðmynd, og animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt.
Í Føroyum verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio tann 5. apríl, har samrøða og spurningar verða til leikstjórarnar og høvuðspersónin eftir sýningina.
Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøll tann 11. apríl og í Salti tann 12. apríl.


























