Nú er koyrandi aftur!

Nú er koyrandi aftur!
Landsverk sigur frá, at nú er koyrandi aftur ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, sum annars varð rátt fólki frá at fara ígjøgnum fyrr seinnapartin.
 
12.03.2023 - 16:26

So mikið nógv gass er í Kollafjarðatunlinum, at ikki er tilráðiligt at koyra ígjøgnum hann, og Landsverk biður fólk um heldur at koyra eftir Oyggjarvegnum.

Alt bendir á, at tað inni í Kollafjarðatunlinum er ein vifta í útluftingini, sum er farin, og tí er nógv gass frá bilum og nógvur luktur inni í tunlinum.

Tí verður mælt fólki frá at koyra ígjøgnum tunnilin, men heldur at fara á Oyggjarvegin, har tað er grivið og gott at koyra.

– Tað er ordiliga grátt inni í tunlinum, vánaligt sýni og ein øgiligur gassluktur, sigur ein bilførari, sum koyrdi ígjøgnum tunnilin fyri einum góðum tíma síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025