Loysingarflokkur stovnaður í Grønlandi

Loysingarflokkur stovnaður í Grønlandi
Tað fyrsta, sum flokkurin Qulleg ætlar at gera, er at yvirtaka rættarskipanina og uttanríkis- og verjupolitikkin
Herik Fleischer er formaður í nýstovnaða flokkinum, Quelleg.
Mynd: Sermitsiaq  
 
20.03.2023 - 11:50

Grønland hevur fingið nýggjan politiskan flokk.

Flokkurin eitur Qulleq, og tað er fyrrverandi limurin í Siumut, Henrik Fleischer, sum hevur tikið stig til flokkin. Ætlanin er, at hann skal stilla upp til valið næstu ferð.

Við grønlendska kringvarpið, sigur Henrik Fleischer, at høvuðsendamálið við flokkinum er, at Grønland skal gerast fullkomuliga sjálvstøðugt.

Tað fyrsta, sum eigur at verða gjørt, er, at Grønland yvirtekur rættarskipanina og uttanríkis- og verjupolitikkin, sigur Henrik Fleischer.

Sjónligasta danska hjáveran í Grønlandi er verjan, og við at yvirtaka hana, kann Grønland fáa betri gagn av sínum landi, heldur formaðurin í Qulleq.  

Danska stjórnin brúkar í ár 153 milliónir krónur upp á Arktisk Kommando. Hvussu Grønland skal fíggja sína egnu verju, hevur Henrik Fleischer ikki nakað boð uppá enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083