Amerikanskt blað: Kina selt Russlandi dronur

Amerikanskt blað: Kina selt Russlandi dronur
Hernaðarliga, diplomatiskt og fíggjarliga er Beijing vorðin alsamt størri stuðul hjá Russlandi, skrivar New York Times.
Kinesiski forsetin, Xi Jingping, er í hesum døgum á vitjan hjá Vladimir Putin, forseta í Russlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.03.2023 - 14:15

Kina hevur selt Russlandi dronur og eykalutir til dronur fyri 12 milliónir dollarar, eftir at landið gjørdi innrás í Ukraina. 

Tað skrivar New York Times.

Hetta svarar til góðar 83 milliónir krónur.

Hernaðarliga, diplomatiskt og fíggjarliga er Beijing vorðin alsamt størri stuðul hjá Russlandi.

Og sambært amerikanska blaðnum, hevur javnur streymur av nýggjum dronum verið til Russlands undir krígnum í Ukraina.

 

Biden hevur lovað revsing

Umsitingin hjá Biden hevur fyrr lovað at revsa feløg, sum selja Russlandi týdningarmikla tøkni, skrivar New York Times.

Dronurnar, sum eru seldar Russlandi, eru ein blandingur av vørum frá kinesiska felagnum, DJI Technoligies, sum er heimsins kendasti dronuframleiðari, og fleiri minni feløgum.

Dji Technoligies sigur, at tey góvust við virksemi sínum í Russlandi og Ukraina í fjør fyri at tryggja sær, at dronurnar ikki vóru brúktar í krígnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083