Georg heldur fram sum formaður

Georg heldur fram sum formaður
Føroya Arbeiðarafelag hevði aðalfund fríggjadagin
Nýggja nevndin í Føroya Arbeiðarafelag. (Mynd: Føroya Arbeiðarafelag)
 
27.03.2023 - 10:45

Georg F. Hansen heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Á aðafundinum fríggjadagin var Georg F. Hansen afturvaldur til formann. Hann hevur verið formaður síðani 2011.

Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali.

Amy Johannesen var afturvald, og Marjun S. Debes úr arbeiðskvinnufelagnum Vónini í Skopun var vald í nevndina fyri Jógvan Páll Johannesen, sum ikki stillaði uppaftur.

Í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag sita nú Georg F. Hansen, formaður Elin K. Sørensen, næstforkvinna, Maud Túgvustein, Sunrid Vang, Suni Mortensen, Amy Johannesen og Marjun S. Debes.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435