- Tíðindi, mentan og ítróttur
5.000 grønlendsk børn sleppa at kenna pápan

Danski ráðharrin í almannamálum, Karen Hækkerup, hevur lovað grønlendska felagnum fyri sonevndu lógleysu børnini, at skil skal fáast á viðurskiftunum. Og at hon í desember fer at leggja uppskotið fyri fólkatingið.

Forkvinnan í grønlendska landsfelagnum fyri lógliga faðirleysu børnini, Tida Ravn, fegnast um, at tað umsíðir fer at eydnast at fáa greiði á viðurskiftunum.

Sjálvt uppskotið er ikki almannakunngjørt enn, men Tina Ravn sigur seg hava skilt, at børni, sum eru fødd fyri 1963, fáa loyvi at kenna pápan, og tey fáa eisini rætt at arva hann

Arvurin telur ikki mest

Hon hevur kortini ikki varhugan av, at arvurin er tað. sum telur mest. Tað er heldur longsulin eftir at kenna sín uppruna, og at verða góðtikin av familjuni. Síðani í 1938 hava donsk børn, sum eru fødd uttan fyri hjúnarlag, havt rætt til at kenna pápan, rætt at nýta navnið hjá honum, og at arva hann.

Ikki fyrr enn í 1963 fingu grønlendsk børn sama rætt, í norður- og eysturgrønlandi ikki fyrr enn í 1974. Tað hevur við sær, at børn, sum eru fødd undan lógarbroytingini, kenna seg uttan fyri lóg og rætt, tá talan er um uppruna.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv børn talan er um, men tey eru um 5.000 í tali, sigur Tida Ravn.