Iran hóttir við at steingja heindilsleiðina gjøgnum Reyðahavnið

Iran hóttir við at steingja heindilsleiðina gjøgnum Reyðahavnið
BBC endurgevur ein av ovastunum í herinum í Iran, Ali Abdollahi, at um USA framhaldandi stongir Hormuzsundið, so fer hann at steingja handilsleiðina gjøgnum Reyðahavið
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.04.2026 - 14:53

Um USA framhaldandi stongir Hormuzsundið, ávarar iranski herurin um, at hann fer at steingja handilsleiðina gjøgnum Reyðahavið.

Tað skrivar BBC, sum endurgevur ein av ovastunum í herinum í Iran, Ali Abdollahi.

Hann sigur, at vápnaðu herdeildirnar í Iran hvørki fara at loyva útflutningi ella innflutningi at halda fram í Persaflógvanum, Omanflógvanum og Reyðahavinum.

Abdollahi nevndi tó ikki í hvørjum londum útflutningurin og innflutningurin kann verða raktur, hóast sjóøkini, sum hann nevnir, fevna um eitt sera stórt øki.

USA boðaði mánadagin frá, at skip til ella úr Iran ikki sleppa gjøgnum Hormuzsundið. 

Men kortini hava fleiri skip við tilknýti til Iran trossað stongslinum og eru farin ígjøgnum sundið, sum er einar 33 kilometrar breitt, har tað er smalast.

Í dag sigur amerikanski herurin, at "einki skip komu í gjøgnum blokkaduna" fyrstu 24 tímarnar, og seks handilsskip noyddust at venda aftur í Omanflógvanum.


Hormuzsundið (Mynd: Shutterstock.com)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938