SEV met í streymframleiðslu

SEV met í streymframleiðslu
Ongantíð áður hevur SEV framleitt so nógvan streym sum í fjør.
Oljuriknu verkini standa framvegis fyri helvtini av streymframleiðsluni hjá SEV
 
01.04.2023 - 10:54

SEV framleiddi í fjør meira streym enn nakrantíð fyrr, og var framleiðslan var 434.043 MegaWatt-tímar, vísa nýggjastu tølini frá Hagstovuni.

Vøkstur hevur verið í streymframleiðsluni øll árini síðani 2011, tá ið framleiðslan var slakar 274.000 MegaWatt-tímar.

Oljuriknu verkini stóðu í fjør fyri 47,8 prosent, vatnorka fyri 30,2 prosentum, vindorka fyri 20,8 prosentum og biogass stóð fyri 1,3 prosentum av samlaðu framleiðsluni.

Síðani kreppuárini miðskeiðis í 90-unum, tá ið streymframleiðslan fall, hevur stórt sæð verið vøkstur á hvørjum ári síðani fyri aldarskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655